Veðrið darvar eisini flogferðsluni í morgin

Atlantsflog boðar frá, at hesar fráðferðir í morgin 26. desember verða fyribils útsettar til klokkan 10:00:

 

RC450 til Keypmannahavnar

og RC430 til Bergen. 

 

Somuleiðis er RC401 til Keflavíkar seinkaður til kl. 13.40. 

 

Av Atlantsflog siga tey seg taka fyrivarni fyri fleiri broytingum. Tí verða ferðafólk biðin um fylgja væl við á heimasíðu okkara www.atlantic.fo

 

Roknað verður við, at hann brestir á aftur í kvøld, men at veðrið verður seint fyrrapartin í morgin.