Fleiri boytingar eru í dag í ferðaætlanini hjá Strandfaraskipum Landsins.
Vegna veður siglir Teistin ikki fyribils á Sandoyarleiðini.
Heldur ikki Ternan røkir Nólsoyarleiðina fyribils orsakað av vánaligu veðurvánunum.
Eisini eru broytingar í sambandi við Suðuroyarsiglingina. Um viðrar siglir Norrøna av Havnini klokkan 16.00 og 22.00, og av Vági klokkan 19.00. Sagt verður frá, at Bygdaleiðir í Suðuroynni koyra í sambandi við broytingarnar