Veðrið í dag:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri men út á dagin minkar hann vindin. Sum frálíður yvirhøvur turt og møguliga sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Sunnunáttina lækkar hann niður í útsynning við regni.
Veðrið sunnudagin:
Upp í hvassan vind av útsynningi og vestri og stundum regn. Hitin um 7 stig. Móti kvøldi veksur hann vindin nakað av vestri og tað klárar í, tó ælingur. Hitin fellur niður í 3 til 6 stig.
Veðrið mánadagin:
Upp í skrið av vestri og ælingur, partvís vátaslettingur ella heglingur og hitin millum 2 og 4 stig. Týsnáttina skrið av norði.
Veðrið týsdagin og mikudagin:
Hvassur vindur av útnyrðingi og norði, kavaælingur og hitalagið undir frostmarkið. Vindurin minkar spakuliga mikudagin og verður eitt skifti av ymsur ættum. Tað verður yvirhøvur turt.
Í gjár:
Eitt hátrýst í útsynning úr Írlandi stendur mestsum í stað. Eitt lágtrýst eystanfyri Hvarvið fer norður um Ísland og dýpist nakað. Í vikuskiftinum rekur lýggj og heldur slavin luft av vestri móti Føroyum og fleiri brúgvaløg fara um Oyggjarnar.
Í dag:
Í byrjanini av næstu viku fer eitt lágtrýst við Eystur-Grønland eystureftir og sum frálíður kemur køld luft við kavaælingi móti Føroyum norðaneftir. Seinni kemur eitt nýtt brúgvalag móti Føroyum av útsynningi.