Veðrið

.

Veðrið í dag:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, skýggjað og kavaælingur. Hitalagið millum frostmarkið og 5 kuldastig, fríggjanáttina niður í 8 kuldastig.


Veðrið fríggjadagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av norði og útnyrðingi og sólglottar, men eisini kavaælingur. Hitalagið millum frostmarkið og 5 kuldastig.


Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin:

Hann snarar í eystan og landsynning og veksur vindin upp í hvassan vind. Sum frálíður kavi av og á, seinni kanska eisini vátaslettingur ella regn. Hitin kemur upp umleið frostmarkið.


Í gjár:

Eitt lágtrýst við Bergen fer eystureftir, og køld luft rekur av norði móti Føroyum. Hósdag fyrrapart fer eitt minni lágtrýst um Føroyar norðaneftir.


Í dag:

Móti vikuskiftinum fara nýggj lágtrýst av útsynningi móti Íslandi og Bretsku Oyggjunum.