Veðrið

.

Veðrið í dag:

Fyrst andøvsgul upp í ein strúk av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Men fyrrapartin hækkar hann upp í útnyrðing og norðan og veksur vindin til skrið ella storm. Hósnáttina minkar hann vindin nakað. Hitin fellur niður í 5 til 8 stig.


Veðrið hósdagin:

Hann minkar vindin niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi, seinni melur hann yvir í sunnan og landsynning. Fyrst sólglottar, men okkurt æli, seinni møguliga regn. Hitin um 8 stig.


Veðrið fríggjadagin:

Hann veksur vindin upp í hvassan vind av útsynningi og vestri og nakað av regni. Leygarnáttina klárar í. Hitin veksur til 8 til 12 stig.


Veðrið leygardagin og sunnudagin:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, men sunnudagin minkar hann vindin nakað. Ælingur, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin fellur niður í 5 til 8 stig.


Í gjár:

Eitt stormlágtrýst við Norðureystur-Grønland stendur mestsum í stað og grynnist spakuliga. Eitt annað lágtrýst við Suðureystur-Grønland fer eystureftir og dýpist og fer framvið Føroyum norðanfyri.


Í dag:

Eitt nýtt lágtrýst yvir Labrador fer í landnyrðing eystan gjøgnum Grønlandsfjørðin. Brúgvaløg haðani við regn verða yvir Føroyum síðst í vikuni.