Veðrið

.

Veðrið í dag:

Fyrrapartin veksur hann vindin til hvassan vind av landsynningi og suðri og regn. Hitin um 9 stig. Seinnapartin støkkur hann vesturum til skrið av útsynningi og vestri og ælingur. Hitin fellur niður í 4 til 7 stig.


Veðrið fríggjadagin:

Hann minkar vindin niður í stívt andøvsgul og lækkar niður í sunnan. Fyrrapartin okkurt ælið, men seinni regn. Hitin framvegis millum 5 og 7 stig.


Veðrið leygardagin:

Upp í ein strúk av útsynningi og vestri og regn ella ælingur. Hitin millum 2 og 5 stig.


Veðrið sunnudagin og mánadagin:

Hann veksur vindin upp í hvassan vind ella skrið av útsynningi og suðri og stundum regn. Hitin kemur upp millum 4 og 7 stig.


Í gjár:

Eitt lágtrýst sunnanfyri Svalbard fer eystureftir. Eitt hátrýst yvir Mið-Europu viknar nakað, meðan lýggj og slavin luft rekur móti Føroyum av útsynningi.


Í dag:

Hósnáttina fer eitt lágrýst sunnaneftir móti Íslandi og dýpist nógv. Hetta lágtrýstið fer síðani í landnyrðing móti Lofoten og aftaná koma fleiri djúp lágtrýst.