Veðrið í dag:
Hvassur vindur av útsynningi og vestri, men út á dagin minkar hann vindin niður í stívt andøvsgul. Sirm av og á og hitin millum 5 og 10 stig.
Veðrið hósdagin og fríggjadagin:
Sum frálíður hvassur vindur av suðri og landsynningi og stundum regn. Seinni støkkur hann vesturum til útsynning og minkar vindin nakað. Hitin fellur niður í 3 til 7 stig.
Veðrið leygardagin og sunnudagn:
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og framvegis regn ella ælingur av og á. Hitin millum 2 og 5 stig.
Í gjár:
Millum eitt lágtrýst, 985 hPa. á Norðurlandinum og eitt hátrýst, 1035 hPa. sunnanfyri Bretsku Oyggjarnar rekur lýggj og slavin luft av útsynningi móti Føroyum.
Í dag:
Fleiri lágtrýst fara komandi dagarnar framvið Føroyum norðanfyri av vestri, og tey vilja framvegis geva óstøðugt og slavið veður í Føroyum.










