Veðrið í dag:
Lot til andøvsgul av útnyrðingi ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Veðrið leygardagin:
Lot til andøvsgul av vestri, seinni stívt andøvsgul av útsynningi. Yvirhøvur turt og møguliga sólglottar og hitin millum 2 og 6 stig.
Veðrið sunnudagin:
Fyrst gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Seinni veksur hann vindin upp í hvassan vind og kanska regn. Hitin millum 2 og 6 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri og stundum regn ella ælingur. Hitin millum 1 og 5 stig. Seinni minkar hann vindin nakað.
Í gjár:
Eitt lágtrýst, 985 hPa. við Jan Mayen fer í landnyrðing og grynnist. Eitt lágtrýst, 1010 hPa. vestanfyri Írland fer suðureftir.
Í dag:
Eitt hátrýst mennist beint sunnanfyri Ísland og tað fer væntandi spakuliga suðureftir komandi dagarnar. Mánadagin fer ein nýggj kuldabrúgv um Føroyar vestaneftir.










