Veðrið

.

Veðrið í dag:

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sólglottar og okkurt kavaælið. Hitin um frostmarkið.


Veðrið fríggjadagin:

Lot til andøvsgul av vestri, turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 6 stig.


Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin:

Gul til stívt andøvsgul av vestri, turt og møguliga sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig.


Í gjár:

Eitt lágtrýst norðanfyri Ísland hvørvur í landnyrðing. Ein kuldabrúgv haðani til Føroyar fer eystureftir og hevur kaldari luft við ælingi við sær.


Í dag:

Eitt hátrýst er við at mennast í ein landsynning sunnan úr Íslandi og í vikuskiftinum verður væntandi lýggjari veður aftur.