Veðrið í dag:
Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av eystri, 10-15 m/s og regn. Út á dagin sunnan og útsynningur, sama vindmegi, men minkandi. Tað slítur í, tó okkurt ælið. Hitin umleið 6 stig.
Veðrið hósdagin og fríggjadagin:
Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av suðri og útsynningi, 8-13 m/s, minkandi niður í stívt andøvsgul, 5-10 m/s. Ælaveður, og hitin uml. 5 stig.
Veðrið leygardagin og sunnudagin:
Hann veksur vindin upp í ein strúk av landsynningi og eystri, 13-18 m/s, seinni sunnan og minni vindur. Hitin umleið 6 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland stendur næstan í stað, og tilhoyrandi brúgvaløg verða við Føroyar í nátt og hava vind og regn við sær.
Í dag:
Um vikuskiftið gongur lágtrýstið í ein norðan, yvir Ísland, og nýggj brúgaløg fara fram við Føroyum.