Veðrið í dag:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og regn ella kavi og eini 4 stig. Vindurin minkar tó skjótt til lítið lot av ymsum ættum og tað klárar í við kavaælingi. Hitin fellur niður til frostmarkið.
Veðrið leygardagin:
Hann veksur vindin av suðri, sum frálíður upp í skrið. Út á dagin avfall, fyrst sum vátakavi, seinni sum regn. Síðani klárar í og kavaælingur. Hitin fellur frá um 4 stigum til niður móti frostmarkinum.
Veðrið sunnudagin:
Hvassur vindur ella skrið av suðri, men móti kvøldi minkar hann vindin nakað. Támut veður og regn av og á. Hitin um 10 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Stundum upp í hvassan vind millum landsynning og útsynning. Framvegis rættuliga lýtt og stundum regn.
Í gjár:
Eitt hátrýst yvir Bretsku Oyggjunum fer í sunnan. Eitt lágtrýst tekur seg upp í útsynning úr Íslandi, fer í eystan og hevur regn við sær. Tað fer væntandi um Føroyar fríggjamorgunin. Aftaná kemur ein hátrýstryggur við klárari veðri.
Í dag:
Leygardagin tekur eitt nýtt lágtrýst seg upp í útsynning úr Íslandi og dýpist nógv, so lýggj og slavin luft teir komandi dagarnar vil reka av suðri og útsynningi móti Føroyum við nógvum vindi.