Veðrið

.

Veðrið í dag:

Hvassur vindur ella skrið av landsynningi og suðri og stundum regn. Eisini támut veður ella mjørki. Hitin millum 8 og 13 stig.


Veðrið mikudagin:

Hvassur vindur ella skrið av suðri og landsynningi og stundum regn, men eitt sindur klárari í veðrinum. Hitin millum 8 og 12 stig.


Veðrið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin:

Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, sum frálíður meira eystligur og minkandi. Stundum regn og hitin millum 8 og 12 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst stendur mestsum í stað yvir Skandinaviu, meðan djúp lágtrýst teir komandi dagarnar fara frá Atlantshavinum norðureftir móti Suðurlandinum.


Í dag:

Lýggj luft vil framvegis reka móti Førøyum av suðri og landsynningi og meginpartin av tíðini verður hvassur vindur.