Veðrið

.

Veðrið í dag:

Lot til andøvsgul av norði, sólglottar, men ælingur av og á. Hitin millum 5 og 8 stig. Fríggjanáttina frískar hann vindin.


Veðrið fríggjadagin:

Fyrst gul til stívt andøvsgul av norði, sólglottar og hitin um 5 stig. Út á dagin veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið av landsynningi og um kvøldið regn. Hitin kemur upp í eini 8 stig.


Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin:

Hvassur vindur ella skrið av suðri og landsynningi og stundum regn. Rættuliga lýtt ? millum 7 og 10 stig.


Í gjár:

Eitt víðfevnandi lágtrýst millum Føroyar og Skotland stendur í fyrstuni mestsum í stað, men fríggjadagin fer tað norðureftir.


Í dag:

Eitt nýtt lágtrýst við New Foundland fer í landnyrðing til havið eystanfyri Hvarvið. Brúgvalagið haðani verður væntandi við Føroyar um vikuskifti.