Veðrið

.

Veðrið í dag:

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, seinni lækkar hann niður í sunnan og veksur vindin nakað. Yvirhøvur turt, men mjørki í støðum og hitin millum 7 og 11 stig. Móti kvøldi samdrigið og hósnáttina regn.


Veðrið hósdagin:

Hann kemur av vestri og veksur vindin upp í hvassan vind. Sólglottar, men eisini ælingur og hitin fellur niður í 3 og 6 stig. Fríggjanáttina lækkar hann niður í útsynning og regn eitt skifti. Hitin veksur upp í eini 8 stig.


Veðrið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin:

Andøvsgul upp í ein strúk millum sunnan og vestan, men sunnudagin minkar hann vindin nakað. Regn av og á og mjørki í støðum. Hitin milum 6 og 10 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst yvir Norður-Týsklandi mennist og sendur lýggja luft móti Føroyum av útsynningi. Eitt lágtrýst tekur seg upp yvir Grønlandsfjørðinum og fer í landnyrðing og kuldabrúgvin haðani verður væntandi við Føroyar hósnáttina.


Í dag:

Fríggjadagin vil eitt nýtt lágtrýst úr Atlantshavinum fara í landnyrðing móti Íslandi og brúgvalagið haðani vil nærkast Føroyum.