Veðrið

.

Veðrið í dag:

Fyrst lítið lot av landnyrðingi eystri og kalt veður, men sum frálíður frískar hann vindin upp í stívt andøvsgul av suðri og móti kvøldi regn vestaneftir og lýggjari ­ upp í eini 5 stig.


Veðrið sunnudagin:

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi ella vestri og regn av og á, men út á dagin yvirhøvur turt og kanska mjørkaflókar. Hitin veksur upp í 4 til 8 stig.


Veðrið mánadagin, týsdagin og mikudagin:

Lot til andøvsgul av vestri og sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig. Um náttina mjørkaflókar í støðum.


Í gjár:

Eitt minni lágtrýst fer í landsynning um Føroyar og kuldabrúgvin verður yvir Føroyum í kvøld. Aftaná kemur eitt hátrýst um Føroyar norðaneftir og hevur kalda luft við sær. Hátrýstið fer spakuliga suðureftir.


Í dag:

Sunnudagin fer eitt lágtrýst í landsynning skamt í landnyrðing úr Føroyum, so lýggjari og slavin luft rekur vestaneftir. Aftaná vil eitt hátrýst liggja beint sunnanfyri Føroyar.