Veðrið í dag:
Gul til stívt andøvsgul av vestri, turt og møguliga sólglottar. Hitin um 8 stig. Leygarnáttina veksur hann vindin til hvassan vind av vestri og kanska regn. Hitin kemur niður í 5 stig.
Veðrið leygardagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, men hann minkar vindin út á dagin. Sirm av og á og hitin millum 6 og 10 stig.
Veðrið sunnudagin, mánadagin og týsdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, men seinni veksur hann vindin til hvassan vind av suðri. Támut veður, men yvirhøvur turt og hitin millum 8 og 13 stig.
í gjár:
Eitt hátrýst sunnanfyri Ísland mennist og fer spakuliga í ein eystan.
Í dag:
Í vikuskiftinum fara nýggj brúgvaløg um Føroyar og lýggj og slavin luft rekur inn yvir oyggjarnar av útsynningi.