Veðrið í dag:
Gul til stívt andøvsgul av vestri, skýggjað og eitt skifti vátaslettingur ella regn. Hitin veksur upp í 3 til 6 stig.
Veðrið leygardagin og sunnudagin:
Lot av ymsum ættum, seinni veksur hann vindin upp í stívt andøvsgul av suðri. Smáregn av og á, men sunnudagin klárar sum frálíður í. Hitin millum 4 og 8 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Lot til andøvsgul, yvirhøvur av vestri, og sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig, um náttina um frostmarkið í støðum.
Í gjár:
Eitt hátrýst yvir Grønlandi og Íslandi breiðir seg til Føroyar. Eystanfyri hátrýstið rekur køld luft av norði móti Føroyum. Eitt veikt lágtrýst vil fríggjadagin fara um Føroyar av útnyrðingi, so veðrið eitt skifti verður eitt sindur lýggjari.
Í dag:
Í vikuskiftinum vil eitt lágtrýst ferðast fra Hvarvinum til Íslands og eitt brúgvalag haðani vil geva regn í Føroyum.










