Veðrið

.

Veðrið í dag:

Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi og skýggjað, men lítið ella einki avfall. Hitin millum 7 og 10 stig.


Veðrið mikudagin:

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, seinni hækkar hann upp í eystan og minkar vindin nakað. Eitt skifti kanska regn og hitin millum 7 og 10 stig. Um kvøldið hækkar hann upp í norðan og tað klárar í.


Veðrið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin:

Upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi og sólglottar, men møguliga okkurt æli. Hitin millum 4 og 7 stig. Hann minkar væntandi vindin teir síðstu dagarnar.


Í gjár:

Eitt lágtrýst sunnanfyri Ísland fer spakuliga í landsynning og brúgvaløgini haðani vilja geva regn í Føroyum komandi samdøgur.


Í dag:

Lágtrýstið fer síðani yvir Bretsku Oyggjarnar til Norðsjógvin, so kaldari luft vil reka móti Føroyum av norði.