Veddingarfyritøkurnar hella til ein sigur til Víking

Dysturin á Tórsvølli millum Víking og Europa FC byrjar klokkan 19 í kvøld

Í kvøld klokkan 19 skal Víkingur spæla fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League móti Europa FC úr Gibraltar.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingina klokkan 18.30. 

 

18 altjóða veddingarfyritøkur hella allar greitt til ein sigur til Víking um hugt verður eftir oddsunum.

 

Oddsini uppá heimasigur til Víking liggja millum 1,64 og 1,79. Oddsini uppá útsigur til Europa FC liggja millum 3,80 og 4,52.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,60 og 3,98.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##