Leygardagin klokkan 14 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum AB og EB/Streym inni í Vika á Argjum.
AB er aftast við 10 stigum og EB/Streymur er triðaftast við 13 stigum.
11 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tær hella til ein AB-sigur, men talan er ikki um nakra stóra favorittstøðu.
Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 2,10 og 2,27.
Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 2,80 og 3,25.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,05 og 3,50.
HER eru oddsini:
##med2##