Í annaðkvøld klokkan 18 byrjar dysturin í kappingini um løgmanssteypið millum B36 og HB á ovara vølli í Gundadali.
Seks altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tað liggur í kortunum, at tað verður ein javnur og spennandi dystur.
Tó hella tær seks veddingarfyritøkurnar eitt sindur til ein HB-sigur. HB hevur eisini havt gott tak á B36 síðani 2019, og hevur HB ikki tapt fyri B36 í hesum áratíggjinum.
Oddsini upp á sigur til HB aftaná vanliga leiktíð liggja millum 1,95 og 2,06.
Oddsini upp á sigur til B36 aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,00 og 3,18.
Oddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,25 og 3,58.
Her eru oddsini:
##med2##