Tað er leingi til hálvfinalurnar í evropeisku sangkappingini, Eurovision, ið vera í Basel í Sveis 13. og 15. mai.
Veddingarfyritøkurnar eru komnar út við oddsunum tær lata til sangirnar, ið skulu kappast um at vinna Eurovision kappingina.
Í skrivandi løtu er føroyska Sissal á einum 26. plássi, sambært oddsunum hjá altjóða veddingarfyritøkunum.
Sambært altjóða veddingarfyritøkunum hevur Sissal ein eitt prosents møguleika fyri at vinna Eurovision kappingina.
Oddsini upp á, at Sissal vinnur Eurovision liggja millum 31,00 og 230,00.
Oddsini kunnu tó flyta seg nógv komandi vikurnar, tá ymsu sangirnir gerast meira kendir kring Evropa.