Veddingarfyritøkurnar: Føroysku kvinnurnar eru uttan møguleika móti Rumenia

Fleiri veddingarfyritøkur vilja ikki lata odds uppá heimasigur til Rumenia móti føroyska kvinnulandsliðnum

Savnsmynd: hsf.fo

Savnsmynd: hsf.fo

Í morgin klokkan 16.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti EM-undankappingardyst á útivølli móti Rumenia. 

 

Sambært altjóða veddingarfyritøkunum hava føroysku ongan møguleika ella gott og væl ongan møguleika at fáa stig móti Rumenia.

 

Fleiri altjóða veddingarfyritøkur vilja ikki lata odds uppá heimasigur til Rumenia, tí tær halda, at tað er bara sjálvsagt, at Rumenia vinnur á Føroyum.

 

Nakrar lata 1,01 í oddsum, og ein veddingarfyritøka "torir" at lata 1,02 í oddsum fyri rumenskan sigur, t.v.s. um ein setur 100 krónur uppá rumenskan sigur, so vera 102 krónur í útgjalding um Rumenia vinnur á Føroyum. 

 

Oddsini uppá føroyskan útisigur sveiggja millum 13 og 35 í oddsum.

 

Oddsini uppá javnleik sveiggja millum 12 og 35 í oddsum.

 

Veddingarfyritøkur: Rumenia-Føroyar  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet  1.0116.0021.00
1xBet   1.02 12.00 26.00
888sport   34.0025.00
bet-at-home   19.00 13.00
bet365    22.00 22.00
Betsafe    35.00 35.00
Betsson    35.00 35.00
Betway  1.01 21.00 15.00
bwin  1.0123.0015.00
ComeOn  1.01 17.00 25.00
William Hill  1.0121.0017.00
youwin  1.0134.0021.00
Gjøgnumsnitsodds1.0124.0822.50

 

 

 

Savnsmynd: hsf.fo

Savnsmynd: hsf.fo