Tað eru tey bæði Tina Mellemgaard úr Havn og Kári Fossdalsá av Toftum, sum skulu kappast við danan Mads Moldt um at vinna kappingina.
Sambært TV2, so eru stórar broytingar í, hvussu tey vænta, at úrslitið verður.
Veddingarfyritøkur hava hvørja viku havt síni boð uppá, hvør skal atkvøðast úr kappingini. Men í annaðkvøld skal endaliga slagið standa, tí tá endar kappingin við, at ein av teimum, Tina, Kára ella Mads verður vinnari.
Sambært veddingarfyritøkum, so liggja tey øll jøvn. Men Danske Spil, Unibet og Bet25 hava øll 16 ára gamla Mads sum favorit.
– Vit hava havt hann sum stórfavorit frá byrjan, tí vit halda, at hann hevur meira »X Factor« enn hini, sigur Mathias Reimer Larse, sum setir oddsini fyri Danske Spil, við TV2.
Og pr-managarin hjá Bet25, Morten Schroeder, ser samdur:
– Hann hevur ikki verið í farezonen, og so er hann ein rættur undirhaldari, sum bæði kann syngja, rappa og dansa. Hann tekur nátúrliga pallin, sum um hann er skaptur til tað.
Tá tað er sagt, so eru nógv áhugavert at síggja í tølunum frá veddingarfyritøkunum:
##med2##
Í ár hava veddingarfyritøkurnar tikið við í metingarnar, at bæði Tina og Kári hava megnað at vunnið stuðul aftur frá hyggjarunum eftir at hava verið í farezonen.
Sjálv um Kári verður mettur sum tann minst sannlíki vinnarin, hevur tann hann víst sera góð evni at taka fólk á bóli, sum ger hann til ein »vandamiklan outsidara«, sambært Morten Scroeder frá Bet25.
– Men vit hava fleiri ferðir dømt hann úti, har hann hevur snýtt okkum. X Factor er eisini ein popularitetskapping, og hann hevur víst, at hann kann fáa nógvar atkvøður.
Um Tinu hava veddingarfyritøkurnar frá byrjan sagt – eins og um Mads Moldt – at tey koma í finaluna. Tað er serliga tí, at hon hevur verið so sannførandi við sanginum í X Factor.
##med3##
– Tina er tann besti sangarin, og vit mugu minnast til, at tað í síðsta enda er eitt show, sum snýr seg tónleik. Tað, halda vit eisini, at hyggjararnir atkvøða eftir, sigur Mathias Reimer Larsen frá Danske Spil.
Nú undan finaluni í morgin halda veddingarfyritøkurnar, at møguleikin hjá Tinu at vinna er størri enn hjá Kára. Tær halda tó, at tað er trupult at taka dagar ímillum, hvussu stórur munur er á teimum báðum.
– Tina hevur gjøgnum X Factor víst, at hon er ein stór listakvinna, og at hon hevur nakað gandakent yvir sær, sum kann vera trupult at lýsa. Tað er ein fyrimunur, men tað kann eisini vera ein vansi, tí tað snýr seg um at koma beint inn í hjørtuni hjá hyggjarunum, sigur Morten Schroeder frá Bet25 við TV2.
Hann avdúkar tó, at Tina er tann luttakarin, sum tey flestu hava spælt uppá hjá teimum.
Við øðrum orðum. Eingin er dømdur út frammanundan, og alt kann henda í finaluni í morgin, tá hyggjararnir hava avgerðina.