Veddingarfyritøkurnar hava Glentoran sum favoritt

Líkt er til, at føroyska søgan móti norðurírskum liðum í Evropa hevur ávirkað veddingarfyritøkurnar

Líkt er til, at tað er søgan millum tey føroysku og norðurírsku liðini í Europa League og Champions League undankappingum, ið hava ávirkað níggju altjóða veddingarfyritøkur,ið hava sett odds á dystin millum Glentoran FC og HB í Europa League undankappingini, ið verður spældur í annaðkvøld klokkan 19.

HB hevur annars eitt hitt best spælandi og mest vinnandi liðið nakrantíð, og ein ógvuliga dugnaligan og markantan venjara, men tað fær ikki altjóða veddingarfyritøkurnar at halda, at Glentoran FC er ein hampuliga stórur favorittur til at vinna dystin aftaná vanliga leiktíð.

Hægsta oddsið uppá heimasigur er 1,97, og lægsta oddsið uppá útisigur er 3,70.

Her eru oddsini hjá teimum níggju altjóða veddingarfyritøkunum: 

9 Veddingarfyritøkur: Glentoran-HB1X2
1xBet  1.97 4.06 3.80
bet-at-home 1.783.353.70
bet3651.803.403.75
Betclic 1.863.583.95
Betfair 1.853.604.00
Betsafe  1.81 3.453.70
Betsson  1.81 3.453.70
ComeOn  1.77 3.45 3.70
Interwetten  1.83 3.403.90
Gjøgnumsnitsodds: 1.833.533.80

 

Sjey ferðir hava føroysk lið møtt norðurírskum liðum í Champions League og Europa League dystum. Og allar sjey ferðirnar eru norðurírsku liðini komin sigrandi frá uppgerðunum, ofta aftaná javnar og spennandi uppgerðir.

Í 2012 spældi Linfield FC móti B36 í Champions League undankappingini. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 0-0. Linfield vann seg víðari aftaná brotssparkskapping í Gundadali frammanfyri 1.900 áskoðarum. Brotssparkstapið sveið djúpt hjá B36, ið var tað betra liðið teir fyrstu 90 minuttirnar á ovara vølli í Gundadali. 

Í 2013 vann Linfield 2-0 á ÍF á Tórsvølli og 3-0 á Windsor Park í undankappingini til Europa League. Hetta var ta tiltiknu ferðina nakrir spælarar hjá ÍF fóru í feriu.

Í 2014 vann Linfield 2-1 á B36 á Tórsvølli í Europa League undankappingini. B36 megnaði javnleik 1-1 á WIndsor Park, men Linfield vann samanlagt 3-2.

Í 2015 vann Linfield 2-0 á NSÍ á Windsor Park, men tapti 3-4 móti NSÍ á Svangaskarði, og slapp víðari í Europa League undankappingini við einum samlaðum 5-4 sigri.

2019 var eitt satt skaðaár í so máta. HB spældi javnleik 2-2 móti Linfield á heimavølli, og hevði møguleikar til at vinna ein sannførandi heimasigur. Niðri í Belfast tapti HB tepurt 0-1. Táverandi høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson duldi ikki, at júst hetta tapið var kanska hansara størsta vónbrot tey bæði árini hann vandi HB í 2018 og í 2019. 

B36 og NSÍ tóku heldur ikki av móti norðurírskum liðum í fjør. NSÍ tapti 0-2 á útivølli móti Ballymena United. Runavíkingar høvdu málmøguleikarnar til at koppa Ballymena í returdystinum, men tað endaði við einum 0-0 javnleiki á Svangaskarði.

B36 fekk snøgt sagt einki burturúr móti Crusaders. B36 tapti 0-2 á útivølli og tapti 2-3 á heimavølli, og vann sostatt ikki Føroyum nakað stig í fjør.

Síðani 2012 hava tey føroysku felagsliðini bygt upp eitt norðurírskt kompleks, ið kennist mongum ein stór marra.

Vónandi fær HB steðgað hesum kompleksinum í annaðkvøld.