Altjóða veddingarfyritøkurnar leggja ikki so nógv í, at Føroyar vunnu ein góðan 2-0 sigur á Lettlandi í Riga.
Hjá teimum er eingin ivi: Føroyar hava nærum ongan møguleika at fáa stig ímóti Portugal í HM-undankappingardystinum, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.
Oddsini hjá teimum 24 altjóða veddingarfyritøkunum fyri sigri til Portugal liggja millum 1,11 og 1,18. Tað er William Hill, sum trýr "minst" uppá portugisiskan sigur, og gevur 1,18.
Oddsini uppá føroyskan sigur eru høg, men sveiggja millum 11,00 og 26,00. SBOBET hevur ein lítlan illgruna um eina føroyska sensasjón, og hevur "bara" 11,00 í oddsum uppá føroyskan sigur. YouWin og SportingBet geva heili 26 í oddsum uppá føroyskan sigur.
Oddsini uppá javnleik millum Føroyar og Portugal liggja millum 6,68 og 9,00.
Gjøgnumsnitsoddsini fyri tær 24 altjóða veddingarfyritøkurnar eru: 19,04 uppá føroyskan sigur, 7,87 uppá javnleik og 1,15 uppá portugisiskan sigur.
Oddsini hjá Danske Spil eru 18,00 uppá føroyskan sigur, 7,50 uppá javnleik og 1,15 uppá portugisiskan sigur. Fyrr í dag var oddsið uppá føroyskan sigur 20,00 hjá Danske Spil, men helst hava fleiri føroyingar spælt uppá sigur til Føroyar, og so eru oddsini lækkað.