Veddingarfyritøkur: Svøríki er stórfavorittur ímóti Føroyum

Góða leikliga avrikið hjá Føroyum ímóti Fraklandi fær ikki veddingarfyritøkurnar at trúgva stórt meir uppá Føroyar

Svøríki er greiður favorittur at vinna HM-dystin á Føroyum í HM-endaspælinum fyri U21-landslið í Algeria.

 

Tað halda sjey veddingarfyritøkur, sum bjóða odds uppá dystin um 15. plássið millum Føroyar og Svøríki. Ein dystur, sum Rás2 fer at siga frá.

 

William Hill er veddingarfyritøkan, sum trýr best uppá, at føroyingar kunnu koppa svenskarunum. Oddsini hjá William Hill fyri føroyskan sigur er 5,50, og teir hava samstundis hægstu oddsini fyri svenskan sigur. William Hill bjóðar 1,15 í oddsum uppá føroyskan sigur.

 

Oddsini hjá teimum sjey veddingarfyritøkunum uppá tann seinasta HM-dystin hjá føroyska U21-manslandsliðnum í hondbólti eru hesi:

SVØRÍKI-FØROYAR
      1
     X
    2
 
BET365
1.15
15.00
5.50
 
TITAN BET
1.13
23.00
7.00
 
WILLIAM HILL
1.15
15.00
5.50
 
BET-AT-HOME
1.10
15.77
6.21
 
BETWAY
1.14
14.00
6.25
 
888
1.13
15.00
6.10
 
BWIN
1.13
15.50
6.75