Tá ein nýggjur avloysari kemur fyri Opel Vectra í 2008, verður tað undir einum øðrum nýggjum navni. Núverandi Vectra er triðja generatión, síðan Vectra avloysti Opel Ascona í sínari tíð.
Navnaskiftið verður eisini fyri at undirstrika, at talan verður um ein heilt nýggjan stíl hja Opel.
Fleiri tekningar og konseptbilar hava verið at sæð í sambandi við avloysarin fyri Vectra, men nýggjastu myndirnar avdúka hvussu vit kunnu rokna við at bilurin kemur at síggja út.
Bilurin kemur eftir ætlan á marknaðin á vári 2008, men nýggja navnið verður ikki avdúkað enn.