Veðurstøð uppi á Hálsi í Klaksvík

»Projektið« er komið í lag í samráð við Tekniska Skúla í Klaksvík

Dávur Winther


Talan er um teir báðar arkitektlesandi Matthias Schukies úr Týsklandi og Rupert Richter úr Eysurríki, sum ganga á internationalu linjuni á Arkitektskúlanum í Århus. Teir skulu sum liður í fráfaringarroynd á skúlanum gera uppskot til byggjan av eini veðurstøð.

Gestirnir vóru hugtiknir av tí vakra landslagnum kring Klaksvíkina og avráddu skjótt at velja sær staðið uppi á Hálsi at leggja veðurstøðina.

Tá ið teir vóru spurdir um, hví teir vóru komnir í tankar um Føroyar at »byggja« eina veðurstøð, segði týskarin bræðliga, at tað var í gjøgnum ein annan lesandi á Arkitektskúlanum í Århus, sum var úr Klaksvík: Høgna Kastalag. Eysturríkarin var harafturímóti eitt sindur fámæltur, men segði umsíðir læandi, at hann kendi Føroyar vegna tann ólukku fótbóltin?

Teir hava fingið samband við Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevur verið hjálpin við teldum, tekningum og ráðgeving annars. Gestirnir halda skúlan vera á høgum støði og fegnast um, at ein so flottur skúli liggur í hesum vakra býi. Teir hava búð á skúlaheiminum hjá Tekniska Skúla, meðan teir hava verið her.

Matthias og Rupert skulu eisini til Tórshavnar at kanna ymisk viðurskifti m. a. vitjað á veðurstøðini har, at fáa nærri rágeving um slíkt arbeiði í Føroyum.

Projektið/uppgávan verður dømd bæði av Arkitektskúlanum í Århus og eisini av Arkitektskúlanum í Týsklandi, hagani teir upprunaliga koma frá. Liggja teir millum 10 teir bestu, verður uppgávan eisini send til USA til dømingar, við serligum heiðuri fyri eyga.

Lestrarvegleiðarin á Tekniska Skúla í Klaksvík, Bjørn Kastalag hevur verið vegleiðari á ferðini. Umframt at staðfesta økið har veðurstøðin »skal vera«, hava teir vitjað ymiskar staðir í Klaksvík. Á Fornminnasavninum, har savnsvørðurin Jógvan Ravnsfjall og Andras Sólstein vísti runt. Høvið var, umframt at hyggja at bygninginum, eisini at hyggja í tekningar av vøkru handilshúsunum úti í Klaksvík, sum gestirnir vóru hugtiknir av.

Eisini varð vitjað á hjá Klaksvíkar kommunu, har projektið varð umrøtt. Hagani fingu teir mynda- og korttilfar til verkætlanina.

Sjálvandi er talan um eitt skúlaprojekt ? Men tá tað er til fráfaringarroyndina, er støðið tí soleiðis, at kann tað tí verða framt í verki. Klaksvíkar Býráð hevur áhuga í projektinum/uppgávuni og hevur fingið lovað avrit av tí.

Livst so spyrst!