Veðurmaður: Kavin verður liggjandi

Fyrsti kavadagurin er komin, nú stórir partar av landinum eru hvítklæddir í morgun. Og spyrt tú veðurmannin, Hanus Kjølbro, so er einki, sum bendir á, at kavin fer nakran veg.

 

 

 

- Tað er eingi tekin um, at kavin fer. Eg vænti sum nú er, at hann verður liggjandi næstu fýra, fimm dagarnar, sigur Hanus Kjølbro við in.fo í dag.

Tí køld luft norðaneftir rekur av útnyrðingi yvir Føroyar komandi dagarnar.

 

- Tað fer at merkja meira og minni vind og í heila tikið kalt veður, sigur Hanus Kjølbro.

Les veðurforsøgnina frá DMI komandi dagarnar, við at trýst her