Veðurlagsbroytingarnar størri enn hildið

Fleiri frágreiðingar, sum eru lagdar fram á umhvørvisráðstevnuni í Buenos Aires í vikuni, benda á, aty avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum eru størri, enn vísindin higartil hevur hildið

Ein av frágreiðingunum, sum kom á borðið í argentinska høvuðsstaðnum, var frá heimsnáttúrustovninum World Wildlife Foundation, og talan er greið. Stovnurin sigur, at nógv djórasløg eru ikki før fyri at laga seg til tær broyttu umstøðurnar, og at tað fer at fáa stórar avleiðingar fyri vistfrøðina. Orsøkin er í stuttum, at hitin á Jørðini veksur skjótari, enn náttúran megnar at laga seg eftir.

Ein onnur frágreiðing var frá einum evropeiskum granskarabólki, sum starvast á tí viðurkenda veðurlagsstovninum í Potsdam í Týsklandi. Har verður ávarað um, at meðalhitin á Jørðini kann veksa heili tvey stig, og tað fer at fáa stórar avleiðingar. Eitt nú vænta evropeisku granskararnir, at vatntrot verður nógvastaðni í Mið- og Suðuramerika, at ódnirnar í Karibiska Havinum verða bæði fleiri og harðari, og at gróðrarlíkindini í Asia fara at versna.

-At meðalhitin veksur tvey stig er beinleiðis vandamikið fyri alla veðurlagsskipanina í heiminum, sigur Carlo Jager, sum er ein av granskarunum í Potsdam. Sambært Jager kunnu broytingarnar elva til, at heimshøvini fara at hækka fleiri metrar, og at umstøðurnar hjá fólki at lívbjarga sær fara at broytast nógv.


Sjón fyri søgn

Ein annar viðurkendur veðurlagsstovnur er tann bretski Hadley Center, og hann hevði eisini eina frágreiðing at leggja fyri ráðstevnuluttakararnar í Buenos Aires. Bretsku granskararnir hava við hjálp frá telduskipanum kannað, hvussu nógv veðurlagið fer at broytast, og teirra niðurstøða er, at meðalhitin á Jørðini fer helst at veksa 2,8 stig í hesari øldini. Fyritreytin fyri hesum er, at dálkingin verður tvær ferðir so stór sum nú.

Einki land dálkar so illa sum USA, og á ráðstevnuni í Buenos Aires segði formaðurin í teirri serligu veðurlagsnevndini hjá ST, Rajendra K. Pachauri, at frágreiðingarnar hjá serfrøðingunum vísa týðiliga, at amerikanararnir mistaka seg, tá teir halda uppá, at ásetingarnar í Kyoto-sáttmálanum hava einki við vísindi at gera.

-Vit hava fingið so nógv og so góð prógv, at tað ber illa til at lata eyguni aftur fyri tí, sum er í ferð við at henda, segði Pachauri á ráðstevnuni. Sjálvur er hann ættaður úr fjallalendinum í India, og har hevur hann sæð mong dømi um, hvussu tann veksandi hitin hevur broytt náttúruna.

Veðurlagsnevndin hjá ST hevur skotið upp, at alt verður gjørt fyri at tálma tí veksandi hitanum á Jørðini, og at málið er at avmarka vøksturin til í mesta lagi tvey stig. Tað eru tó ikki øll, sum eru nøgd við hetta. Eitt nú heldur World Wildlife Foundation, at vøksturin eigur ikki at vera meiri enn hálvtannað stig.


Skjótari enn hildið

Niðurlendski lívfrøðingurin Arnold Van Vliet, sum starvast á lærda háskúlanum í Wageningen, hevur í sínari frágreiðing til ráðstevnuna í Buenos Aires eina meting av, hvat fer at henda í komandi árum.

Eitt nú væntar hann, at vit skulu venja okkum við, at tað fer at grógva fyrr á árinum, enn vit eru von við. Nógvastaðni verður tað turrari enn nú, og tað fer at elva til fleiri skógareldar. Ísurin í teimum høgu fjøllunum og í póløkjunum fer at bráðna, og nógv djórasløg fara at doyggja út.

--Okkara kanning vísir, at tað er ikki bara meðalhitin, sum er avgerandi fyri, hvussu náttúran megnar at laga seg eftir umstøðunum. Broytingar í sjálvum veðrinum hava eisini stóra ávirkan, sigur Arnold Van Vliet. Hann væntar eisini, at broytingarnar fara at vísa seg skjótari, enn vísindin higartil hevur hildið.