Veðurlagsbroytingarnar kunnu skunda undir grønlenskt sjálvstýri. Veðurlagsbroytingarnar kunnu fáa keðilig árin nógvastaðni í heiminum, men í Grønlandi kann roknast við positivum avleiðingum av veðurlagsbroytingunum. Alt ríkidømið, sum liggur fjalt undir ísinum, verður atkomuligt, og fer at hjálpa til grønlenskt sjálvstýri, skriva New York Times í eini stórari grein í dag.
Jú meira ísurin tinar, størri verða møguleikarnir, at fáa hendir á tí ríkidømi, sum liggur fjalt undir ísinum. Grønland fer tá at koma nærri einum sjálvberandi búskapi og samstundis nærri sjálvstýrinum.
Ynskið um sjálvstýrið hevur altíð búð í grønlendingum. Men av tí at vit eru so nógv heft búskaparliga av dønum, hevur tað ikki verið møguligt, sigur landsstýriskvinnan Aleqa Hammond við New York Times.