Sambandið millum veðurlagsbroytingar og árin teirra á fornminni og mentanarumhvørvi í Norðurlondum er sett á dagsskrá. Økjandi hiti, slavnari veður og hækkandi sjógvur kunnu fara at ávirka fornminni og mentanarumhvørvi tvørtur um landamørk. Árinini av veðurlagsbroytingunum á mentanarumhvørvi hava fingið størri ans bæði í Norðurlondum og í altjóða høpi.
Hetta er orsøkin til at Norðurlanda Ráðharraráðið fíggjar samstarv millum fornminnafyrisitingarnar í norðurlondum: Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Danmark, Finlandi, Svøríki og Noregi. Verkætlanin skal fremja og økja samskifti um kunnleika og royndir millum norðurlond.
Eitt úrslit av fráboðaðu veðurlagsbroytingunum er, at permafrost bránar, og hetta hóttir mentanarminni á arktisku leiðunum. Eitt annað úrslit av heitari og slævnari veðurlagi er økti vandin fyri soppavøkstri og rotskaðum í timburbygningum.
Hinvegin eru nógv mentanarminni, ið hava tolað skiftandi og ógvusligar veðurlagsumstøður í mong hundrað ár. Tí fer verkætlanin at lýsa vitanina um veðurlagstillagingar, hesi mentaminni umboða.
Hóast fleiri av veðurlagsavbjóðingunum eru tær somu, eru umstøðurnar kortini ymiskar í teim ymisku londunum. Norðurlendska verkætlanarsamstarvið skal savna ítøkiliga vitan um, hvussu veðurlagsbroytingar kunnu væntast at ávirka mentanararvin í teim ymisku londunum, hvørjar avleiðingarnar fara at verða fyri fornminnafyrisitingarnar og meta um møguleikar fyri verjutiltøkum í norðurlondum, skrivar gransking.fo.