Síðani 1980 er norski sjógvurin nógv hitnaður, og broytingin er størst við Svalbard, har miðalhitin er broyttur frá trimum kuldastigum til fimm hitastig. Hetta vísa veðurlagskanningar, sum normenn hava gjørt síðani 1920ini.
Sambært Ole Arve Misund, granskingarleiðara frá Havforskningsinstituttet í Bergen, fer hetta at merkja, at toskurin hvørvur, meðan nýggj meira eksotisk fiskasløg koma í staðin. Samlaða fiskamongdin minkar ikki, men søluvirðið fer at minka. Veðurlagsbroytingarnar fara tí at hava stórar avleiðingar fyri fiskivinnuna.
Í dag hava granskarar, sambært Boga Hansen, so mikið holla vitan, at tær metingar, sum teir koma fram til, eru rættiliga álitandi. Óvissa er um framtíðar CO2 útláti, men sjálvt um politikarar klára at stegða allari dálking, so fer hitin framvegis at kvenka eitt sindur uppeftir, tí tað tekur tíð at finna eina nýggja javnvág.
Høgni H. Debes, havlívfrøðingur, greiddi frá, hvussu plantuæti var grundarlagið undir øllum lívið á havinum. Føroyskar mátingar av æti á landgrunninum byrjaðu ikki fyrr enn í 1990, og tí er ringt at fáa eina fullfíggjaða mynd av broytingum, men kanningarnar vísa, at gróðurin hevur verið fimm ferðir størri tey góðu árini í mun til tey ringastu. Høgni H. Debes vísti á at tá vetrarnir vóru kaldir, var góður gróður á landgrunninum. Men hann legði eisini áherslu á, at vistskipanin var meira kompleks, enn at tað bara er hitin sum avger alt.
Vinnan fer eftir vinningi
Ein av áhoyrararnum á ráðstevnuni var Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari. Hann hevur verið í vinnuni í nógv ár, og hann helt at serfrøðingarnir er vornir meira varnir.
- Serfrøðingarnir vóru meira skrásikrir fyrr. Men tað er nokk so at jú meira tú veit, jú meira uppdagar tú, hvussu nógv tú ikki veist.
Men Olaf Olsen heldur tó, at tað er týdningarmikið, at fáa meira vitan um havið og fiskin.
- Meir vitan er altíð góð, sum hann sigur.
Bogi Hansen vísti á, at veðurlagið broytist orsakað av dálking. Føroyingar liggja millum mest dálkandi tjóðir í heiminum, um vit roknað per íbúgva, og fiskivinnan stendur fyri einum triðingi av føroysku dálkingini.
Olaf Olsen sigur, at vinnan altíð roynir at fáa sum mest burturúr, og tá oljan er dýr, roynir vinnan sjálvandi at finna hættir at brúka minni olju.
- Um vit rokna per kilo fisk, so brúka fiskiskipini í dag nógv minni orku, sigur hann og tekur sum dømi partrolarnir, sum góvu einu oljuminking á 40 prosent.
Men føroyska vinnan er ikki isolera, leggur Olaf Olsen dent á. Útgerðin, sum verður nýtt, er til dømis útlendsk.
Jens Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, heldur eisini, at vinnan ikki einans kann taka fyrilit fyri, hvat væntandi fer at henda í framtíðini, men er eisini noydd at laga seg til tær skipanir, sum virka í dag, og tey samfelagsviðurskifti, sum nú eru.
- Men tað sjálvandi er tað eisini týdningarmikið at taka framtíðarútlitini við, sigur hann.