Náttúra
Onkur fer kanska at hava tað betri, men sum heild eru broytingarnar í veðurlagnum negativar.
Tá veðurlagsbroytingar í størstan mun stava frá dálking av umhvørvinum – skapt av mannaávum, sigur tað seg sjálvt, at vit heldur ikki kunnu fegnast um okkurt, sum kanska í fyrstu syfti kann tykjast betri.
Náttúran broytist
Granskarar meta, at vit fara at síggja lítlan kava um okkara leiðir um eini 20-25 ár.
Onkustaðni fer turkur at gera uppaftur meira um seg, og aðrastaðni verður meira vátveður. Í báðum førum órógvar hetta grøðina, sum er grundarlagið undir føð og lívi, bæði hjá menniskjum og dýrum.
Gýta á vetri
Í Svøríki siga tey, at sílini í onkrum av teimum stóru innsjógvunum eru munandi fækkaði.
Sjógvurin er vorðin heitari, og sílini eru tískil farin at gýta á hávetri, tá ið eingin føði er at heinta. Tí minkar stovnurin av sílum “drastiskt”, sum sviar taka til.
Menniskjan dálkar, og vit føroyingar eru ikki aftarliga í røðini.