Veðurlagsbroytingarnar hava við sær, at fleiri og harðari ódnir fara at raka Føroyar. Tað sigur Jóhan Mortensen, sum í næstum fer at skipa fyri veðurlagsstevnu í Norðurlandahúsinum, um hvussu veðurlagsbroytingarnar fara at raka Føroyar.
Um jólini raktu tvær harðar ódnir Føroyar og síðani hava fleiri minni stormar eisini rakt landið. Hesar hava tilsamans havt stórar skaðar við sær.
- Hygg eftir skaðabótunum, sum tryggingarfeløgini hava goldið fyri ódnirnar seinastu mánaðirnar. Upphæddin er oman fyri 150 milliónir krónur, sigur Jóhan Mortensen.
Hann sigur, at eftir øllum at døma er hetta byrjanin til eina nýggja tíð í Føroyum.
- Serfrøðingar siga, at slíkar afturvendandi ódnir verða alsamt vanligari í Føroyum, og kanska enn sterkari. Veðurmodellini fyri Føroyar vísa seg at svíkja. Vit síggja at stormarnir, sum hava verið seinastu vikurnar, hava verið spáddir at hava 20 til 22 m/s, men tá teir so bresta á, so er vindstyrkin 60 m/, sigur Jóhan Mortensen.
- Ei heldur eru nøkur modell, sum kunnu greiða frá, hvat hendi í jólaódnunum. Vit síggja bara, at øgiligar broytingar eru í økinum norðan fyri Føroyar, men vit hava einki boð um, hvørjar avleiðingarnar av hesum verða, sigur hann.
Í septembur skipaði SEV fyri eini ráðstevnu um grøna orku og hevði millum annað vitjan av danska veðurfrøðinginum Jesper Theilgaard.
- Hann vísti á, at veðrið her í norðuratlantshavinum verður verri og verri, tað verður meiri vindur og meiri avfall. Hetta er veðrið, vit kunnu vænta okkum framyvir, sigur Jóhan Mortensen..
Umframt at veðrið verður verri, smeltar pólísurin skjótari enn nakrantíð.
- Hitin í arktiska økinum hækkar nógv og hetta ger, at ísurin smeltar. Tað er ein ómetaliga stór náttúrubroyting og eg óttist, at stórar náttúruvanlukkur eru á veg. Føroyar liggja á gáttini til Arktis, og tað er stórur áhugi fyri Føroyum og økinum rundan um okkum, sigur Jóhan Mortensen.
Til ráðstevnuna, sum verður 27. apríl, koma tveir útlendskir gestir at halda fyrilestur. Annar er Julian Dowdeswell, sum er stjóri á granskingarstovuni Scott Polar Research Institute og professari á universitetinum í Cambridge. Hin er Andy Bowen, frá altjóða viðurkendu havstovuni Woods Hole í USA.
- Hetta eru menn, sum eru heimsførandi innan polargransking og hava stóran kunnleika um evnið. Afturat teimum kemur so okkara egni Bogi Hansen, sum eisini hevur stóra virðing uttanlands fyri sína gransking á økinum, sigur Jóhan Mortensen.
Les meiri í Sosialinum, sum verður borin út í hvørt heim í morgin.