Støðan við álvarsamari vatnflóð í Norra er sera vandamikil. Stórar mongdir av regni hava rakt suður Norra og framvegis er nógv regn ávegis. Tað kann ganga heilt galið, heldur veðurmaðurin Rafael Escobar Lødvdahl, sambært Ritzau.
Síðani fríggjadagin hevur upp í móti 170 mm av regni rakt fleiri støð í suðurlandinum, eitt nú eru økini kring Kristiansand og Arendal hart rakt. Í gjár steðgaði regnið, men tað kann verða meira í væntu.
Veðurfrøðingar siga, at fram til í kvøld fara 100 millimetrar av regni aftrat at raka somu økir. - Hóast sólin hevur skinið á fleiri støð í suðurlandinum sunnudagin, so er tað alt ov tíðliga at taka sær av løttum, sigur orkustjórin Per Sanderud, sum hevur ábyrgd av norsku vatnleiðunum.
- Stórar mongdir av regni omaná tað, sum vit hava sæð í vikuskiftinum ger, at fólk í suðurlandinum mugu verða fyrireikað upp á vatnflóð og vanda fyri omanlopið í dag, sigur hann sambært Ritzau.
Áirnar floyma yvir og borgarar í suðurlandinum eru kunnaðir um, at løgreglan og borgaraverndin eru í hægstu tilbúgving. 37 vegir vóru stongdir í gjárkvøldið, orsaka av yvirflóð. Hús eru somuleiðis innibyrgd eftir omanlop í fleiri økjum. Og nógv hava upplýst fyri myndugleikunum, at kjallararnir standa undir í vatni.
Rafael Escobar Lødvdahl sigur við NRK, at hann er bangin um støðuna. - Eg eri bangin fyri infrastrukturinum, fyri lív og virðum. Endar tú í einari ávísari støðu og ert óheppin, so kann tað ganga heilt galið, sigur hann.
- Við so nógvum vatni longu nú, er trupult at vita, hvar vatnið fer at flyta seg. Tað er vónleyst at spáa um, hvussu tað fer at hætta sær í dag, sigur hann við NRK.
/ritzau/NTB