Veður darvar hvalabátunum

Íslendsku hvalabátarnir hava verið darvaðir av veðri í seinastuni. Íslendsku hvalabátarnir, sum reka vinnuliga stórhvalaveiði, hava fingið loyvi til at skjóta 23 sildrekar afturat í ár.

Tað hevur gingið rímniliga væl at sleppa av við tvøstið í summar, og í løtuni er einki tvøst á goymslu ella í handlunum, skrivar Morgunblaðið.

Íslendingar ætla sær at skjóta nakrir stórhvalir til vísindali endamál seinni í hesum mánaðinum. Tað eru teir seinastu sildrekarnir, sum verða skotnir í einari umfatandi kanning, sum byrjaði í 2003. Hesi árini eru 200 sildrekar veiddir til vísindaligt endamál.