Veðrið var til vildar í Fuglafirði leygarmorgun, tað staðfestir Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya. Tí var avgerð í fyrsta lagi tikin av høvuðsdómaranum at royna at gjøgnumføra róðurin leygardagin. Høvuðsdómarin ráðførdi seg eisini við veðurkønar menn í Fuglafirði, men tað vísti seg, at tað ringasta veðrið brast á væl fyrr, enn menn høvdu mett.
Jan Herman Hansen sigur, at ein eftirmetingarfundur av kappingarárinum verður áðrenn 1. oktober, og tá er væl hugsandi, at mannagongdirnar viðvíkjandi avlýsingum av róðrum kemur undir luppin. Sum er, so er tað høvuðsdómarin, sum ger av, um ein róður skal avlýsast ella ikki. Møguliga verður ein broyt mannagongd í framtíðini?
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eitt prát, sum Rannvá Gaard Fossáberg gjørdi við Jan Herman Hansen í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 12.