Veðrið: Upp í 54 m/s

- Veðrið verður ringast fyrrapartin, men tað verður ikki munandi frægari, hóast hann minkar vindin nakað út á seinnapartin, sigur Hanus Kjølbro, veðurkønur.

Illveður er um alt landið í dag og eftir øllum at døma verður tað ikki nógv frægari, hóast hann minkar um vindin seinnapartin. 

 

 

Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari, sigur, at í morgun er upp í 25 metrar um sekundið, meðan hvirlurnar eru munandi sterkari í støðum. 

 

Sambært landsverki eru mátingarnar á Norðadalsskarði upp í 54 m/s. Á Porkerishálsi er eisini óvanliga nógvur vindur - upp í 47 m/s. 

 

Í Mykinesi eru mátingarnar upp í 41 m/s, meðan tað um Gjáarsskarð er upp í 45 m/s og á Kambsdali upp í 42 m/s. 

 

- Tað ringasta er fyrrapartin. Hann minkar vindin nakað seinnapartin, men hann minkar spakiliga og endar um 18 mundi niðri á 15 - 20 m/s, sigur Hanus Kjølbro. 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.