Veðrið í dag, týsdagin. Tað verður upp í 13 m/s av landsynningi, sum seinni minkar niður í 8 m/s av somu ætt.
Tað verður turt við sólglottum í dag. Hitin fer at liggja millum sjey og 10 stig. Hitin minkar niður í trý til sjey stig seinni í kvøld.
Fyrrapartin í morgin kemur vindurin av eystri og landsynningi, tríggjar til átta m/s. Tað verður turt í veðrinum og møguleiki fyri sólglottum.