Veðrið til fyrrapart leygardag

Skiftandi skýloft við ælaveðri, útsynningi og seinni sunnan, 15 m/s og regn vestaneftir. Í kvøld verður kaldari, niður í 3 stig, hann minkar vindin og klárar í.

Veðrið leygardagin
Landsynningur, 8 til 13 m/s, onkustaðni upp í 15 m/s og hann dregur á luftina. Út á dagin snarar hann vesturum og veksur vindin upp í 20 til 25 m/s. Tað verður yvirskýggjað við regni og 8 hitastigum. Um náttina stormur av útnyrðingi, upp í 28 m/s, sum seinni minkar nakað. Vátaslettingur og hitin um 2 stig.


Veðrið sunnudagin, mánadagin og týsdagin
Hann minkar vindin eitt skifti niður í 5 til 10 m/s av útnyrðingi, men veksur aftur upp í 13 til 18 m/s, møguliga 20 m/s. Skiftandi skýloft við ælaveðri, møguliga sum vátaslettingur og kavi. Hitin fellur til frostmarkið. So líðandi einstøk æl og sólarglottar.


Eitt lágtrýst við Grønlandshavið hvørvur í ein landnyrðing, men eitt nýtt lágtrýst vestanfyri Ísland ferðast í ein eystan. Leygardagin kemur enn eitt lágtrýst yvir oyggjarnar úr útnyrðingi. Hetta mennist so líðandi til eitt stormlágtrýst meðan tað fer framvið Føroyum, helst beint norðanfyri. Sunnunáttina rekur kaldari luft av útnyrðingi og norðuri inn yvir oyggjarnar. Hetta verður liggjandi heilt til týsdagin.