Strandferðslan boðar í morgun frá, at leið 700, ið er bussleiðin millum Sumba – Vágur – Tvøroyri, ikki koyrir fyribils. Tað er tó ikki einasta farleið hjá Strandferðsluni, ið er órógvað av veðrinum í morgun. Á veg norð til Havnar í morgun mátti Smyril sigla vesturum Sandoynna, og bleiv túrurin norð sostatt eitt sindur longri enn vanligt.
Annars boðar Landsverk frá hálku í fleiri støðum kring landið og nógvum vindi á tveimum støðum. Í Gjáarskarði boðar veðurstøðin hjá Landsverk frá hvøssum vindi, í hvirlunum upp til 27 m/s, meðan tað á Porkerishálsur er stormur, í hvirlunum upp til 30 m/s.
Boðað verður frá, at roknast kann við hálku í Klaksvík, á Gjáarskarði, í Kambsdali, á Gøtueiði, eystanfyri Norðskálatunnilin, í Vatnsoyrum, í Kaldbaksbotni og við Velbastaðháls