Veðrið tarnar sigling um Skopunarfjørð

Aftur í morgun hava Strandfaraskip Landsins lýst við, at Teistin siglir ikki fyri veður fyribils.

 

Tað er ein avbjóðing at búgva í Sandoynni á vetrardegi og arbeiða inni á miðstaðarøkinum. Tað hava longu fleiri dagar í vetur verið prógv um.

Í gjár var ólag á siglingini ein part av degnum, og aftur í morgun lýsa Strandfaraskip Landsins við, at Teistin siglir ikki fyribils fyri veður.

Tað er illfýsið í morgun, og soleiðis hevur verið seinastu dagarnar. Í gjárkvøldið, tá Teistin sigldi seinasta túr av Gomlurætt klokkan 20, var eingin bussur í Skopun.

Um 18-tíðina í gjárkvøldið varð busskoyringin í Sandoynni avlýst. Í morgun koyrdu Bygdaleiðir aftur í Sandoynni, men nú avlýsti so Teistin.

Tað var tvassut á seinasta túri av Gomlurætt til Skopunar í gjár, og ein av manningini visti at siga, at vindurin á fjørðinum var oman fyri 40 metrar um sekundið.