Veðrið: Stillur dagur í dag

Veðrið í dag, hósdagin.

Lítið lot av ymsum ættum, seinni kemur av vestri, 2-5 m/s. Fyrrapart verður samdrigið og ælaveður, men seinnapartin væntast at klárna í og møguliga síggja vit sólglottar.

Hitin fer at liggja millum fimm og tíggju stig.

 

Í morgin er eitt lítið lot upp í eitt andøvsgul úr suðri og útsynningi, 5-10 m/s. Seint um kvøldið og út á náttina økist vindurin upp í 8-13 m/s.

Tað verður samdrigið og seinnapartin fer at regna.

Hitin alt døgnið fer at liggja millum seks og tíggju stig.