Veðrið steðgar flogferðsluni

Atlantsflog gavst seinnapartin at flúgva úr Føroyum, tí veðrið var so vánaligt í Vágum. Atlantsflog vónar at fara aftur á flog í morgin. Tað hevur verið nógvur vindur kring landið í dag. Landsverk hevur mált upp ímóti 30 m/sek í hvirlunum á ávísum støðum, og á flogvøllinum hevur verðið verið so vánaligt, at tað vóru ikki floglíkindi seinnapartin.

Trý flogfør hjá Atlantsflogi fóru á flog fyrrapartin, men trý flogfør, sum skuldu flúgva úr Vágum seinnapartin, vórðu avlýst.

Atlantic heitir á fólk um at fylgja við á heimasíðuni hjá felagnum, har boð verða givin um avlýstu flogførini.