Prentmiðstøðin sær seg ikki føra fyri at bera bløðini til haldararnar, soleiðis sum veðurlíkindini eru Veðrið tarnar ikki bara samferðsluni kring landið.
Vanliga verða dagbløðini koyrd til haldarar og leysasølur kring landið tíðliga seinnapartar, men soleiðis verður ikki í dag.
- Soleiðis sum veðrið er í løtuni, er óhugsandi hjá okkum at senda bilar avstað kring landið. Leysasølur og haldarar í Havn fáa bløðini sum vant, tó at seinkingar eisini eru væntandi her.
- Men uttan fyri høvuðsstaðin er ikki nógv at gera hjá okkum í løtuni. Leysasølurnar uttan fyri høvuðsstaðin fáa bløðini fyrrapartin í morgin. Tað er fyri tað mesta skúlaungdómar, sum bera bløðini til haldararnar, og tí verða hesi ikki borin út fyrr enn í annaðkvøld, sigur Hallstein Sigurðsson, samskipari á Prentmiðstøðini.