Fýra teir fyrstu dystirnir í 2. umfari í fremstu deildini í fótbólti eru á skránni seinnapartin í dag.
Í morgun hevur veðrið verið so mikið ófantaligt, at tað hevði illa borið til at spælt fótbólt. Tað hevur verið nógvur vindur av landssynningi, og tað hevur verið nógv avfall.
Veðurvánirnar siga, at hann skal minka nakað seinnapartin og so vaksa aftur seinni í kvøld.
2. umfar
Í dag
Víkingur-HB: Eiler Rasmussen kl. 15
B36-B68: Ransin Djurhuus kl. 15
FC Suðuroy-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 14.45
AB-B71: Dagfinn Olsen kl. 17.00
Týsdagin
ÍF-EB/Streymur: Petur Reinert kl. 18.00









