Tað er heldur illfýsið í veðrinum, og tað ávirkar eisini flogferðsluna til Føroyar í dag. Flogfarið hjá Atlantic Airways, ið eftir ætlan skuldi lenda á Vága Floghavn klokkan 13.40, verður væntandi ikki í Føroyum fyrr enn klokkan 14.25.
Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantic Airways, upplýsir, at talan bara er um eina lítla seinking, og at tað einans rakar tað eina flogfarið.
Tað er bara eina lítla løtu. Í løtuni er hann sunnan, men hann snarar móti vestri seinnapartin, so vit bíða bara eina løtu. Talan er bara um eina lítil seinking, sigur Rasmus Niclasen.
Sambært yvirlitinum yvir flogferðsluna á heimasíðuni hjá Atlantic Airways, so órógvar veðrið ikki fráferðirnar, og verður síðsta fráferðin í dag sum ætlað klokkan 14.35.