Veðrið órógvar bygdaleiðir

Tvær bygdaleiðir eru fyribils steðgaðar at koyra vegna veður

Landsverk boðar frá nógvum vindi kring landið í dag, og nú ávirkar tað eisini almennu ferðsluna. Strandferðslan boðar nevniliga í morgun frá, at tvær bygdaleiðir fyribils eru steðgaðar at koyra vegna veður.


Talan er um bygdaleiðirnar 700 og 701. Leið er 700 er leiðin Sumba – Vágur – Tvøroyri, og leið 701 er Fámjin – Tvøroyri – Sandvík.


Strandferðslan boðar samstundis frá, at nærri kunning kemur seinni í dag, um hvussu koyrt verður restina av degnum.